Kykmyndir: Her vinnur NSÍ á ÍF

Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ vann á ÍF í dag

NSÍ tók oddasessin í Effodeildini aftur, tá ið teir í dag vunnu 3-1 á heimavølli ímóti ÍF.

Øll málini vórðu skotin í fyrra hálvleiki, og enn einaferð var Klæmint A. Olsen ein avgerandi spælari. Hann skoraði tvær ferðir í dag og hevur nú skotið 7 mál í fýra teimum fyrstu dystunum.

Við at trýst á pílin í myndini omanfyri ber til at síggja samandrátt av dystinum við Løkin í dag.