TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina samrøðu, sum YouTube rásin hjá Vendsyssel FF hevur gjørt við føroyska U21 landsliðsspælararan, Hákun Edmundsson, sum nú er partur av hópinum hjá Vendsyssel FF, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í samrøðuni slær Hákun Edmundsson fast, at hann ætlar sær at stríðast fyri at fáa spælitíð í Vendsyssel. Honum dámar væl í felagnum, og givið er, at tað hjálpir, at aðrir føroyingar eru í felagnum.
Á kykmyndini sæst m.a. Rene Shaki Joensen undir venjingini hjá Vendsyssel FF.
Kappingarárið hjá Vendsyssel FF byrjar sunnudagin 24. juli, tá teir á heimavølli taka ímóti Køge. Nakrar føroyingauppgerðir verða í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið, tí Viljormur Davidsen er partur av hópinum hjá Vejle og Heini Vatnsdal er partur av hópinum hjá Fremad Amager.