Kvívíkingur eigur nógvar sigrar og nógv steyp. Eisini í FM kappingini hava kvívíkingar viðhvørt verið teir stinnastu, men nú er tað langt síðani, at teir vóru meistarar.
Hvussu tað verður í ár, fer tíðin at vísa. Síðsta FM heitið vann Kvívíkingur fyri tólv árum síðani – í 2002. Í dag legði Kvívíkingur seg fremst í FM kappingini. Á norðoyastevnu legði Kvívíkingur bragdliga fyri. Saman við Knørri og Miðvingi kappaðist hann um fremsta plássið. Í endaspurtinum var eingin ivi um, at Kvívíkingur var fremstur. Á málinum var hann eina bátslongd undan Knørri, sum aftur var gott og væl skutin undan Miðvingi.
1  | 04:42.07  | 
  | 
  | |
2  | 04:45.05  | 
  | 
  | |
3  | 04:46.01  | 
  | 
  | |
4  | 04:48.06  | 
  | 
  | |
5  | 04:56.16  | 










