Kvinnuting Tjóðveldisfloksins

TÍÐINDASKRIV

Kvinnuting Tjóðveldisfloksins
Kvinnuting verður hósdagin 20. mai frá kl. 08:30 til kl. 15:00 í hølum flok-sins.
?Er tað maktstrðið, sum heldur kvinnum aftur í at taka lut í politikki
?Hvussu skúla vit kvinnur og menn í javnstøðu
?Fyri hvønn er javnstøða
?Hvussu er kynið í málið okkara
?Ber tað til at verða smábarnamamma og frammarlaga í politikki
?Hvussu var støðan, hvussu er hon og hvat er til ráða at taka
?Royndir í kommunalpolitikki og í landspolitikki

Millum annað hesir spurningar og evni verða umrødd á kvinnutinginum, har kvinnur úr Tjóðveldisflokkinum við ymiskum royndum fara at røða.
Fólkaræðislig tilvild ella vilji fólksins?
Fyrst í árinum var val til løgtingið. Fólkið valdi tríggjar kvinnur og nýggjogtjúgu menn. Tvær vikur seinni var samgongan skipað. Samgongan valdi onga kvinnu og sjey menn í landsstýrið, umframt at og hon valdi sjey menn og onga kvinnu í teir sjey formanspostarnar í maktmiklu løgtingsnevndunum.
Hesin ójavni hevur veruliga sett ljóskastaran á javnstøðuna í Føroyum. Er ójavna kynsumboðanin á politiska pallinum umboðandi føroya fólks vilja og hugburð, ella er tað ein fólkaræðislig tilvild, sum gav okkum úrslitið?
Hvaðani eru vit. Hvar eru vit. Hvagar fara vit.
At støðan bleiv sum hon bleiv, er millum annað orsøkin til, at kvinnur í Tjóðveldisflokkinum hava tikið seg saman at umrøða evnið "javnstøða" útfrá søguligum- og nútíðareyðkennum og við framtíðarmøguleikum.
Dagurin verður skipaður við fýra pallborðum, har kvinnur við ymiskum royndum koma at røða um javnstøðuspurningar. Millum hvørt pallborð verður høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Laufey H. Blaasvær setir tingið kl. 09:00.
Við fyrsta pallborðið, sum byrjar kl. 09:15 sita Karin Kjølbro, Ingrið Sondum og Bergtóra Hanusardóttir.
Kl 10:15 sita við pallborðið: Kristianna Rein, Heidi Petersen og Hildur Eyðunsdóttir.
Tá tær eru lidnar verður ein steðgur millum kl. 11:00 og 12:15.
Triðja pallborðið byrjar kl. 12:30 við Vár í Ólavsstovu, Annitu á Fríðriksmørk og Annlis Bjarkhamar.
Við fjórða pallborðið, sum byrjar kl 13:30 sita Hjørdis Heindriksdóttir og Diana Borgnýardóttir.
Allar tjóðveldishugaðar kvinnur eru vælkomnar og møguleiki er fyri at tekna seg sum lim í Tjóðveldisflokkinum..
Kvinnutingið, sum er ókeypis, byrjar kl. 0830 við morgunmati og endar kl. 15:00 við sangi.
Kvinnur, sum ynskja at taka lut á tinginum verða bidnar um at siga frá, áðrenn mikudagin 19. mai kl. 13:00 á info@norna.fo ella á tlf 22.47.10 ella tlf 31.24.57.