Kvinnurnar tapa

Átøkini til frama fyri at fáa fleiri kvinnur valdar eru fullkomiliga miseydnað. Síðsta fólkatingsval fingu kvinnuligu valevnini 16,6 prosent, meðan kvinnurnar bert fáa 12,4 prosent av atkvøðunum hesaferð. Hetta vísir veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin Veljarakanningin hjá Fynd vísir, at av teimum, ið ætla sær at atkvøða fyri einum ávísum valevni, høvdu 2/3 av kvinnunum og 1/3 av monnunum atkvøtt fyri einum kvinnuligum valevni.

Javnaðarveljarar eru raskastir at lata einari kvinnu atkvøðu sína, nevniliga 27,9 prosent, meðan ongin veljari Miðfloksins er sinnaður at atkvøða fyri einari kvinnu.

Á fólkatingsvalinum í 2005 fingu kvinnuligu valevnini 16,6 prosent av atkvøðunum, meðan bert 12,4 prosent av teimum spurdu søgdu seg ætla at atkvøða fyri einum kvinnuligum valevni.

Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur sigur við Sosialin í dag, at kanningin sostatt bendir á, at tey átøk, ið hava verið fyri at økja um kvinnuligu umboðanina ikki hava havt stórvegis ávirkan á veljaran. Við í kanningini vóru 558 fólk. Av teimum vóru 49% kvinnur og 51 prosent menn.