Kvinnurnar sleppa ikki á val

Tann 23. apríl verður kommunuval í Saudiarabia, men kvinnurnar kunnu eins væl sita heima valdagin, tí tær fáa ikki atkvøðurætt. Saudiarabiskir fjølmiðlar skriva í dag, at kvinnurnar sleppa ikki at greiða atkvøðu, hóast myndugleikarnir longu fyri seks árum síðani søgdu, at kvinnurnar skuldu sleppa at atkvøða á næsta kommunuvali.

Í 2005 var umberingin hjá myndugleikunum, at skipanin var ikki búgvin til, at kvinnurnar kundu fáa atkvøðurætt, men kvinnurnart fingu lyfti um, at hesi viðurskifti skuldu fáast í rættlag til næsta val.

Men nú endurgeva fjølmiðlarnir embætismenn fyri at siga, at teir hava fingið forboð fyri at úttala seg um valið í næsta mánað, tá 219 kommunustýri skulu mannast.

Summir fjølmiðlar siga, at kvinnur har eysturi í landinum eru farnar undir eitt átak, sum skal útvega kvinnunum valbæri og vælrætt.