Kvinnur skulu fáa líka nógv í pensjón sum menn

Tað er óneyðugt hjá Løgtinginum at blanda seg upp í, heldur samgongan

Kvinnur og menn skulu verða javntsett í sambandi við pensjónir og lívstryggingar. Men tað er óneyðugt hjá Løgtinginum at blanda seg upp í hendan spurningin.

Tað halda umboðini fyri samgonguna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum.

Tað var annars endamálið við einum uppskoti sum Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið og einum øðrum uppskoti, sum Framsókn hevur lagt fyri Løgtingið.

Meirilutin í Vinnunevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna, vísa á, at av tí at kvinnur liva longri enn menn í miðal, fáa tær munandi minni í lívrentu og pensjón, enn menn fáa. Munurin er eini 11 prosent.

Tey, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, halda, at hetta er órættvíst og andstøðan í Vinnunevndini heldur eisini, at pensjónsfeløgini eiga at brúka ein miðal livialdur, soleiðis at menn og kvinnur fáa tað sama.

Samstundis verður víst á, at í miðal forvinna kvinnur minni enn menn, og tað avspeglar seg aftur í pensjónsaldrinum, tí tað merkir, at kvinnur fáa minni í eftirløn enn menn og tað er eisini ein órættur, sum tey halda eigur at verða burturbeindur.

Men nú málið er til viðgerar, vísa umboðini fyri samgonguna á, at  pensjónsfeløg hava greitt frá, at arbeitt verður við broytingum, ið skulu tryggja, at kvinnur og menn skulu fáa sama útgjald.

Og tey í samgonguni hava álit á, at pensjónsfeløgini fara at gera tær neyðugu broytingarnar. Og tí halda tey ikki, at tað er neyðugt hjá Løgtinginum at blanda seg upp í málið.