Landsstýriskvinnan á Aqua Nor í Tróndheimi

Seinastu dagarnar hevur landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum verið í Tróndheimi í Noreg í sambandi við aliráðstevnuna Aqua Nor, ið er heimsins størsta innan tøkni og veitingar til alivinnu varð hildin í døgunum 19. – 21. august. Umleið 25.000 vitjandi úr 80 londum leita sær til býin hesa vikuna at síggja, hvat rørist innan vitan, tøkni og veitingar til aling. Norski fiski- og havmálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, var vertur fyri vitjanini.

 

Í sambandi við vitjanina vóru sínamillum fundir við norska ráðharran og skotska ráðharran, Mairi Gougeon, ið m.a. varðar av alimálum og oyggjum. Á fundunum vórðu viðkomandi viðurskifti og samstarv umrødd. 

 

Umframt at luttaka á Aqua Nor ráðstevnuni mánadagin 18. august, har fleiri áhugaverdar framløgur vóru á skrá, var landsstýriskvinnan eisini við til setanina av Aqua Nor framsýningini týsdagin. Eftir setanina varð vitjað á framsýningini og høvi varð nýtt at vitja á føroysku básunum. Eisini var høvi at hitta føroysku vinnuna, sum var væl umboðað á staðnum. 

 

-Nógv áhugavert var at síggja á framsýningini, men serliga gevandi og hugaligt var at heilsa uppá fleiri av teimum, sum hvønn dag eru við til at menna føroyska samfelagið. Tað er eisini gleðiligt at síggja, at vit í Føroyum hava eitt virkið og framfýsið vinnulív, sum veitir fremstu tænastur, veitingar og loysnir á altjóða stigi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum .