Kvinnur síggja flestu filmar

Kvinnur eru meginparturin av samlaða áskoðaratalinum í Filmsfelagnum. Soleiðis hevur verið í nógv ár. Hóast ikki ber til at siga, at nakar filmur er kvinnufilmur burturav, kann í summum førum vera fult hús av kvinnum til eina sýning, og í øðrum førum, til dømis tá vit vísa Tarantinofilmar, tá kunnu menninir verða í stórum fleirtali.

 

Soleiðis skrivar Filmsfelagið.

Eftir hesum máti kann ein Tarantinofilmur verða skírdur ein typiskur filmur fyri menn. Tó, savna vit allar áskoðarar eitt heilt ár, so eru kvinnurnar ein tríkvartur av samlaða skaranum, sum hvørt ár gongur í Filmsfelagið.

Í Filmsfelagnum vísa vit filmar undir herrópinum filmar í felag. Hetta skal skiljast soleiðis, at teir filmar, vit vísa eru fyri øll, sum vilja fara út at síggja ein góðan film á stórum lørifti, heldur enn at sita heima í einingi.

Hagtølini siga tó greitt, at kvinnur eru ídnari at fara út at síggja nýggjan góðan film, kanska tí tær fylgja betri við í pressuni, hvat rørir seg í filmsheiminum, ella bara tí tær eru forvitnari enn menn. Eftir stendur í hvussu er, at kvinnur í øllum alduri ganga nógv oftari í Filmsfelagið enn menn.

##med2##

Í fyrrárið valdu kvinnur hjá BBC “The Piano” (Jane Campion 1993) at verða besta film, sum ein kvinna hevur gjørt.

Í ár hevur franska tíðarritið Vouge sett filmin á eitt sætta pláss. Bestur er hin sjáldsami “The Hitch-Hiker” (Ida Lupino 1953).

Brúkaratænastan Rotten Tomatos hevur valt 165 filmar, sum kvinnur hava leikstjórnað frá og við ár 2000. Listin er í tíðarrøð og kvinnuligi úrvalsstjórin sigur: “Enjoy the following list as a guide to some of the best movies by women directors so far this century. No two movies are alike in their ability to entertain, inform or reach us.”

##med2##

Millum filmarnar á hesum lista eru “The Farewell”( Lulu Wang 2019), “Portrait of a Lady on Fire” (Céline Sciamma 2019) og “For Sama” (Waad Al-Kateab 2019), sum Filmsfelagið hevur víst allar samlar. 

Ein annar sterkur og týdningarmikil filmur, sum Filmsfelagið eisini hevur víst, er ísraelski “Red cow” (Tsivia Barkai Yacov 2018), sum ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn innleiddi.

Mest spennandi filmur, sum ein kvinna hevur gjørt, og enn ikki hevur verið vístur herheima, hóast hann er settur á skrá, er uttan iva hin virðislønti “Nomadland” (Chloé Zhao 2020). Hann kemur fyrsta dagin!

Góðan kvinnudag - í felag, ynskir Filmsfelagið.