Nú vit fara at velja nýggj bý- og bygdarráð, havi eg hugsað eitt sindur um, hví so fáar kvinnur verða valdar. Hongur hetta saman við tí vanliga lágu valluttøkuni til kommunuval? Eru tað kvinnurnar, sum ikki fara á val? Eg veit tað ikki, kundi verið áhugavert at fingið uppspurt. Hví fara so fá á kommunuval? Tað snýr seg hóast alt um stýringina av nærumhvørvi hins einstaka. Her verður trivnaðurin hjá húskjunum avgjørdur, so ein skuldi væntað, at kvinnur hava minst líka stóran áhuga í at fáa framt sínar ætlanir, sum menn hava. Eg veit væl at umberingarnar eru nógvar, og kunnu eisini tykjast góðar. Men eru tær haldgóðar. Ilt er at fáa eygað á nakað, sum er meira týðandi enn at hava ávirkan á trivnaðin og menningina av umstøðunum hjá hvørjum einstøkum. Hetta eiga kvinnur hava líka stóran áhuga fyri, sum menn, hví tær ikki eisini royna at fáa líka stóra ávirkan, sum teir, er at undrast á. Tað kann ikki vera so galið, at kvinnur í tí Harrans ári 2000 sita heima, tí tær ikki tora út. Kvinnur eru ikki og verða vónandi ongantíð eins og menn, og júst av hesi orsøk tørvar okkum eins stóra umboðan av kvinnum og monnum, har avgerðirnar um liviumstøður okkara verða tiknar, annars fáa vit ongantíð rættað teir skeivleikar, sum standast av, at kvinnur og menn virðismeta á hvør sín hátt. Vit telja helvtina av samfelagnum. Skulu vit støðugt lata um okkum ganga, at vit og okkara ætlanir ikki eisini telja eina helvt, tá peningurin verður býttur og avgerðirnar verða tiknar. Kvinnur! latið valið ár 2000 vera høvið, har vit vísa, at vit eisini vilja hava okkara fingramerki á samfelagsmenningina.