Tað er evnið á temakvøldinum, sum felagið fyri cardiologiskar sjúkrarøktarfrøðingar hevur í Miðlahúsinum klokkan 19.30 í kvøld Mánakvøldið 5. mai skipar FÁ 8, ið er felagið hjá cardiologiskum sjúkrarøktarfrøðingum, fyri temakvøldið í Miðlahúsinum um kvinnur og hjartasjúku. Tiltakið, ið er fyri sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi, byrjar við, at Jórun Askham, master í sjúkrarøkt, greiðir frá um kvinnur og hjartasjúku. Síðani greiðir ein kvinna við hjartasjúku frá síni søgu. At enda fara Amy Ljósheim og Marjun Thomsen at greiða frá teirra arbeiði í hjartarehabiliteringini á Landssjúkrahúsinum.
Livandi tónleikur verður eisini á skránni.









