Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.
heima.olivant.fo/~eydgunn/
Á kvinnuráðstevnuni í farnu viku kom fram, at kvinnur eru ov seinar at úttala seg, tá ið tær vera kontaktaðar av fjølmiðlunum, tær skulu hugsa seg um og eru ofta bangnar fyri at traðka fram. Við skjótt 8 ára royndum í kommunalpolitikki eri eg komin til ta niðurstøðu, at nakað er um hetta, men hetta er so langt ífrá allur sannleikin.
Spurningurin er eisini um tað er nøkur ódygd at vera varin við hvørt, sjálvt um tað ikki dugir at vera í politikki og »goyma« seg fyri fjølmiðlunum.
Rætt er, at kvinnur vilja tryggja sær, at tað tær úttala seg um er skotsikkurt meðan menn tykjast raðfesta møguleikan at úttala seg framum málið sjálvt. Spurningurin er so, hvat er betur? Um ongin munur er á einum kvinnuligum og manligum politikarum, hvat er so vunnið? Kunnu vit so ikki tað sama bert hava menn í politikki? Havi onkuntíð hoyrt tað viðmerking um kvinnuligan politikara, at hon er sum ein kvinna í mannfólkaklæðum, og tað helt eg ikki ljóða positivt.
Tað, sum kvinnurørslan vildi í síni tíð var júst at fáa hugsanina hjá kvinnunum við í politikkin fyri at allar síður av einum máli skuldi vera lýst, og tí at ein helt, at kvinnur høvdu nakrar tankar og nøkur onnur virðir at koma við, ið kundu tryggja eina meira heildarkenda loysn á málunum. Um allir politikarar eru eins (les. Sum menn) so hevði eg persónliga ikki valt eina kvinnu, tí so hevði tað bert verið tí, at hon var kvinna og ikki útfrá hvat hon hevði av sjónarmiðum.
Tíðindaflutningurin í dag er bert merktur av einum og tað er evstamark. Tí er møguligt at tað hevur minni týdning um tú úttalar teg her og nú, uttan at seta teg nakað serligt inn í tað, ið tú skal úttala teg um, tí í morgin er søgan ein onnur, og tá hugsar ongin um, hvussu rætt tað var ið tú segði. Mín niðurstøða er, at mátin fjølmiðlarnir virka uppá ikki passar so væl til kvinnurnar, og at kvinnur mugu vera meira tilvitaðar um ikki at vera so varnar, sjálvt um eg framvegis ikki haldi ein skal leypa á leistum fyri at sleppa í fjølmiðlarnar.
Hinvegin haldi eg eisini, at fjølmiðlarnir kunnu taka nakað í egnan barm. Ein upplivir ikki so sjáldan, at mál har ein kvinna situr við ábyrgdini, er tað mennirnir, ið vera spurdir í fjølmiðlunum. Sjálv havi eg ongantíð enn upplivað at verið spurd um mál, sum eg ikki beinleiðis varði av. Vit koma ikki burtur frá, at mátin fjølmiðlarnir arbeiða uppá ikki sampakkar so væl við flestu kvinnum, men tað átti at borið til at lært av hvørjum øðrum, tí tað er ikki altíð at skjótast er best, og tað finnast nokk eisini dømi um, at tað hevði verið betur um ein søga bíðaði ein dag ella tveir.










