Kvinnur kenna meiri pínu enn menn

Ein kanning á Landsjúkrahúsnum vísir, at kvinnur kenna meiri pínu enn menn eftir skurðviðgerð

 

Lesandi á landssjúkrahúsinum hava gjørt eina kanning við tí endamálið at fáa staðfest um skurðviðgjørdir sjúklingar á LS fáa rætta nøgd av pínustillandi heiluvági í viðrakning.

Ein niðurstøða í kanningini er, at kvinnur hava meira pínu aftan á skurðviðgerð enn menn. Hóast hetta fingu menn meira pínustillandi heiluvág enn kvinnur í viðrakning.

Tað skrivar "Frøði", sum júst er komið við einum tíðindaskrivi um nýggjastu útgávuna.