Kvinnuligt bannikvøld á Háskúlanum 8. mars!?
Hvat høvdu háskúlamenninir og Grundtvig sagt?
TÍÐARANDIN ER LØGIN: Slíkt tiltak samsvarar sera illa við "háskúlaandan", sum Símun (tjóðsangurin), Rasmus og Grundtvig løgdu dent á. Ber alt til nú á døgum? Er slíkt kanska mentan? Tað munnu summi halda, tí viðhvørt eru fleiri "fín" fólk á gosi, um onkur heldur ov nógvar illbønir vera í einum filmi til dømis.
SIGNING HELDUR ENN BANNING: Á altjóða kvinnudegnum hevði tað sømt eg betur at signa heldur enn at banna, ikki minst í hesum døgum, nú kvinnurnar (fólkini) í Ukreina hava tað so svárt.
Við ivakvøðu
Eyðun á Borg











