Vestminningar seta hugtakið um javnstøðu í eitt spildurnýtt ljós Skjótt er tað als ikki óhugsandi, at vit fara at síggja kvinnuligar grindaformenn -ella grindaforkvinnur- mitt í rokanum, tá ið grind skal rekast og haldast til.
Vestmanna Bygdaráð hevur sett hugtakið um javnstøðu í eitt heilt nýtt ljós, tí nú hevur bygdaráðið samtykt einmælt, at framyvir skal eisini hugsast um javnstøðu, tá ið grindaformenn skulu veljast.
Tað samtykti bygdaráðið, tá ið nýggir grindaformenn skuldu veljast á fundi beint fyri jól.
Hesuferð er tó ongin javnstøða, tí tað varð einmælt samtykt at velja teir fýra grindaformenninar og báðar tiltakslimirnar, aftur.
Valskeiðið er fimm ár og sostatt verður tað
í fyrsta lagi um fimm ár, at tað kann verða aktuelt at velja eina grindaforkvinnu í Vestmanna
Men bygdaráðið ger eisini greitt, at tá ið grindaformenn, ella grindaforfólk skulu veljast í framtíðini, skal javnstøðan havast í huga.
Men tað verður eisini gjørt greitt, at grindaforkvinnur skulu sjálvandi eisini hava somu førleikar og persónligar eginleikar sum grindaformenn.
Uppgávan hjá grindaformonnunum er at stíla fyri grindini tá ið sýslumaðurin ikki er til staðar
Men tað stendur eisini í kunngerðini um grindaformenn, at tað er ein borgaraskylda og at eingin undir 60 ár kann sostatt sýta fyri at verða grindaformaður.
So kemur Vestmanna Bygdaráð í tankar um eitt konubrot, tá ið grindaformenn skulu veljast aftur um fimm ár, skal tann útvalda hava góðar orsøkir til at nokta at taka við vali.










