Roi Egholm
----
Hví skulu kvinnur velja kvinnulig umboð á ting?
Síðuleypandi við javnstøðu og maktjavnvág, so má roknast við, at ein av høvuðsorsøkunum fyri at kvinnur skulu velja kvinnur á ting verða, at kvinnur betur umboða virðini, sum liggja kvinnuni næst.
Fyri at røkta hesa uppgávu, so eiga kvinniligu umboðini á tingi eisini at samskifta við hendan veljaraskaran, soleiðis at veljarin kennir seg aftur í løgtingsarbeiðinum.
Tað hevur tíverri eydnast mannligu politikarum at fáa okkara kvinnuligu politikararnar, at láta við steggjanevi.
Eg trúgvi, at stórur partur av Føroya kvinnum stinga fingranar djúpt inn í oyrini, tá tær hoyra um Makrel, fiskiloyvir, fiskidagar, burðadyggan fiskiskap o.l.
Hetta er eisini reint steggjagvakk. Ikki soleiðis at skilja, at kvinnan ikki skilir, men kvinnan hevur ikki fyri vana at fyrihalda seg sjólívið, sæð út frá tekniska/fyrisitingarliga sjónahorninum.
Kvinnuligu politikararnir áttu at upplýst føroysku kvinnuni, við heilt vanligum orðum og setningum, hvat førdi fiskivinnu politikkurin hevur at merkja fyri tær og fyri restina av Tjóðini.
Heldur enn at betra um skúlaviðurskiftini hjá okkara børnum, byggja nýtt heim til okkara sálarligu sjúku, taka betur hond um okkara eldru og óhjálptu, geva einligum forsyrgjarum betri umstøður, ja í heila tikið at bøta um okkara bleytu virðir, so velur Samgongan at geva útvaldum føroyingum og útlendingum uml. 1 mia kr um árið, væl at merkja hvørt ár, heldur enn at taka hesar inntøkur í Landskassan.
Vit kundu eisini nevt nøkur av harðaru virðunum, so sum tørvin at útbyggja samferðslukervið við tunnlum osfr.??
Hetta skriv er sjálvandi provokerandi, men veruleikin er, at kvinnur duga betur at virðismeta hesi virðir, sum eru alneyðug fyri, at ein tjóð, er ein vælvirkandi og virðilig tjóð.
Eg vil heita á kvinnuligu politikararnar um at fara undir tað møtimikla arbeiði at samskifta við føroysku kvinnurnar um hetta evnið, soleiðis at tær kenna seg aftur í førda landspolitikkinum.
Hví skulu kvinnur velja kvinnur á ting, um kvinnuligu umboðini ikki verja áhugamálini hjá kvinnum?
Um fólk fara at hanga seg í, at hetta er eitt mansjovonistiskt skriv, so havi eg ikki megnað at framlagt greiða boðskapin, og so taki eg skrallið av tí.