Kvinnulandsliðið vann elitu-lið

Tað eydnaðist um vikuskiftið føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, at vinna á danska elitu-liðnum Rosenlund, í vinardysti millum liðini í Keypmannahavn

 

Flogbóltur


Tað eydnaðist um vikuskiftið føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, at vinna á danska elitu-liðnum Rosenlund, í vinardysti millum liðini í Keypmannahavn.

Dysturin var leiktur leygarmorgunin, og vunnu Føroyar 1. og 2. settið, meðan liðið tapti tað triðja. Í fjórða settinum fór spælið aftur at glíða, og Føroyar vunnu dystin 3-1.

Hetta var eitt munandi betri úrslit, enn liðið fekk í dystinum ímóti sama felag fríggjakvøldið, tá Føroya taptu 3-1. Hesin dysturin var leiktur beint eftir at liðið var komið til Keypmannahavnar, og tí sat flúgvitúrurin framvegis í kroppinum, og leikararnir virkaðu troyttir. Serliga vóru tað móttøkurnar, sum ikki virkaðu eftir ætlan í hesum fyrra dystinum.


Framgongd og skaða

Tað var stór framgongd at hóma frá dystinum fríggjakvøldið til leyggarmorgunin. Eftir at spælið hevði verið stirvið og vánaligt fríggjakvøldið, var liðið sum hamskift í næsta dystinum.

Men ikki alt var gott. Álopsleikarin og ársins leikari Helga Nordendal var so óheppin, at koma skeivt niður eftir eitt smassj, at hon fekk skaða í ryggin og mátti gevast at leika. Tað er enn ikki greitt hvussu ávarsligur skaðin er, men Helga Nordendal hevur nógv at siga fyri liðið, og hevur nógvar royndir, so tað er av stórum týdningi, at hon verður klár sum skjótast.


Gott miðspæl

Í seinna dystinum fór miðspælið eisini at koyra betur, og smanspælið millum Marjun Kalsø og Anniku Joensen og Hjørdis Mortensen virkaði til fullnar. Eisini Helen á Lakjuni fekk seg roynda á miðjuni, eins og Mariann Øster eisini hevaði nøkur sett, og var hon eisini við til at finna stevið í seinna dystinum.

Á kantinum vóru Alvilda Ólavsdóttir, Gudrid Nolsøe, Anna Müller Jacobsen, Gerda Nattestad og Helga Nordendal, sum røktu sína uppgávu. Nakrir feilir vóru gjørdir, men hetta er vónandi nakað sum kann rættast henda seinasta mánaði, sum liðið hevur eftir í samband við fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar, sum vera á Isle of Man.


Tvær vóru ikki við

Tina Jacobsen og Margit Joensen vóru ikki við á ferðini orsakað av royndarlesnaði og arbeiðsørindum, men hesar hava eisini stóran týdning fyri liðið. Tina Jacobsen, sum góður blokaduleikari ? ársins blokaduleikari 2001 ? og Margit Joensen, sum ársins móttøkuleikari og libero 2001.


Gull-verja

Hesar vera tó tøkar um ein mánaða, tá veruliga niðurteljingin fer at byrja, og liðið skal royna at verja Gull-heiðursmerkini frá Gotlandi.

Dystirnir um vikuskiftið vóru teir seinastu undan Oyggjaleikunum, tí Flogbóltssambandið hevur ikki meira pening tøkan til meira fyrireiking hjá A-landsliðunum, tí nógvar aðrar uppgávur liggja fyri framman, sum eisini skulu fíggjast.


Stuðlar til ferðina

Hesar fyritøkur hava stuðla ferðini: Fa. Karl Øster, Tvøroyari, Sandavágs Bilverkstaður, Norðoya Sparikassi umframt af Føroya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá liðnum