Javnstøða millum menn og kvinnur hevur stóran týdning fyri trivnaðin í einum framkomnum samfelagi sum tí føroyska. Ikki minst, um vit ynskja at verða tikin fyri fult í norðurlendskum og evropeiskum samstarvi.
Vantandi kvinnuumboðanin í føroyskum politikki forðar okkara landi, ið at hava eitt veruligt demokrati og tað krevur ein serligan vilja og politiskt áræði at koma hesum trupulleika til lívs.
Okkara vón er, at komandi samgonga tekur fult atlit til javnstøðuspurningin, tá fólk skulu finnast til landsstýrissessirnar. Tá allir floksformenn eru mannfólk, so krevur tað, at hesi mannfólk eisini taka javnstøðuspurningin í álvara, tá landsstýrisfólkini skulu setast, og tað er ongin orsøk til at hugsa at tað ikki finnast “best egnaðar” kvinnur í landi okkara, eins og tað finnast menn.
Vit í kvinnufelagnum í Havn eru, eins og flestu føroyingar, troyttar av politiskum ráðaloysi og óstabiliteti, og vit ivast ikki í, at skal føroyskur politikkur lyftast upp á eitt meira mentað og siðiligt støði, mugu kvinnurnar eisini sleppa at taka ábyrgd.
Seta flokkarnir sær fyri, at javnstøða skal vera á ovastu rók, eru vit sannførdar um, at hetta fer at føra til eitt betur politiskt umhvørvi í Føroyum, ið tekur atlit til bæði menn og kvinnur.
Við javnstøðukvøðu.