Kvinnudagur á Tvøroyri

Á kvinnudegi á Tvøroyri næsta leygardag fáa áhoyrarar høvi at hoyra um bóndalív í Sumba og um at forvitin er fegin. Tað er kvinnufelagið, Valkyrjurnar í Suðuroy, sum skipa fyri sínum árliga kvinnudegi leygardagin 24. oktober klokkan 13 í Pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri.

Anna Mortensen í Valkyrjunum sigur, at Katrina í Geil, designari, fer at tosa um, at ?Forvitin er fegin?.

- Orðatakið ?Sjálvdan er forvitin fegin? passar ikki saman við nútíðar krøvum um nýskapan og menning. Tvørturímóti er tað í dag neyðugt at hungra eftir vitan, sigur hon.

Síðani fer Arnfrid V. Hentze at greiða frá tilveru síni sum bóndi í Sumba og um tilboðið hon hevur til ferðafólk um at uppliva Bóndalív í Sumba.

Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrú í Uttanríkisráðnum, fer at tosa um ?Føroyar í altjóða menningarsamstarvi og dagsins síðsti fyrilestrahaldari verður Søren Bruhn, bankastjóri, sum stutt og greitt fer at tosa útfrá setninginum ?Kvinde kend dig selv og træf dine egne økonomiske valg?.

Fyri at koma á tiltakið er neyðugt at melda til frammanundan.

Inn ímillum er steðgur, har ein góður biti og Trygvi Strøm og Sólfríð Bech, spæla guitar.