16 lond fara næstu vikurnar at kappast um HM-heitið í fótbólti fyri kvinnur í Týsklandi.
Í dag vórðu fyrstu dystirnir leiktir. Frakland møtti Nigeria, og tað eydnaðist fronsku kvinnunum at vinna 1-0 við máli sum Marie Laure Delie skoraði tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.
Og í kvøld fóru so týsku heimsmeistararnir á vøll móti Kanada. Týskland kom skjótt fram um 1-0 við máli, sum Kerstin Garefrekes stútaði í málið. Kanadiski málverjin sá ikki tryggur út í støðuni.
Beint undan hálvleiki kom heimaliðið so upp á 2-0 við máli sum Celia Okoyino Da Mbabi (myndin) skjeyt.
Kanada vísti seg at vera vandamikið av og á, og tíggju minuttir fyri leiklok eydnaðist teimum at minka um munin við máli, sum Christine Sinclair skoraði.