Ein 25 ára gomul kvinna úr Mali gjørdist fyrr í hesi vikuni mamma til níggju børn. Bæði mamman og øll níggju børnini yvirlivdu føðingina.
Mamman, Halima Cisse, helt, at hon "bara" skuldi føða sjey børn, men tá til stykkis kom, vísti tað seg, at her vóru níggju.
Tá tað vísti seg, at kvinnan úr Mali gekk við fleiri børnum, varð hon send til eina serdeild í Marokko, har hon føddi fimm gentur og fýra dreingir.
Undir føðingini misti mamman nógv blóð, og neyðugt varð tískil at geva blóð, men hon yvirlivdi dramatisku føðingina.
Sambært Guinness World Records er átta livandi børn núverandi metið, og nú verður arbeitt við at skjalprógva og staðfesta tilburðin í Marokko.
Tað var í 2009, at amerikanska, Nadya Suleman, gjørdist mamma til átta børn, sum øll vóru á lívi.
Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun.