Eitt kjak millum tvey sambúgvandi fólk í Esbjerg fyrradagin endaði við, at kvinnan tók ein knív og stakk mannin.
Løgreglan í Esbjerg sigur við blaðið JydskeVestkysten, at maðurin bleiv stungin íbringuna. Hann bleiv alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð, sum sambært blaðnum eydnaðist væl.
Løgreglan sigur, at maðurin var farin um tey seksti, meðan kvinnan er væl yngri.