Kvinna sligin í høvdið við glasi

Hon bløddi og mátti undir læknahond

Mitt í nátt vórðu boð send eftir løgregluni at koma til eitt skeinkistað í Havn, har ein kvinna hevði verið fyri harðskapi.

 

Talan var um ein mann, sum hevði sligið eina kvinnu í høvdið við einum glasi. Kvinnan skar seg í høvdið og fór at bløða og mátti undir læknahond. Maðurin fór eisini at bløða í hondini, tí hann skar seg av glasinum, sum brotnaði.

 

Løgreglan sigur, at fleiri fólk sóu hendingina, og gerningsmaðurin varð tikin,  og hann liggur nú í kjallaranum á løgreglustøðini, har tey bíðað eftir, at hann er vorðin so mikið edrúur, at tað ber til at avhoyra hann.

 

Maðurin er skuldssettur fyri harðskap. Tað eru tvær lógargreinar í revsilógini um harðskap, onnur er linari enn hin, men í hesum føri verður harðskapurin mettur at vera so mikið álvarsligur, at maðurin er skuldsettur eftir teirri strangaru lógargreinini,

 

Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í nátt. Hann varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Og ein annar bilførari ringdi til løgregluna eftir hjálp í nátt, tí hann hevði rent seg fastan í kavanum á Oyggjarvegnum.