Kvinna neyðtikin í Klaksvík

Ein kvinna var um vikuskiftið neyðtikin norðuri í Klaksvík. Løgreglan váttar, at málið verður kannað, men vil annars einki siga

Eitt morgunball endaði í ræðuleika fyri eina umleið 37 ára gamla kvinnu í Klaksvík.

Ein væl yngri maður, sum var við í ballinum, var dottin av, og tá hann raknar við seinni, er hann hin einasti, sum eftir er.

Sosialurin skilir, at hann tá hevur neyðtikið kvinnuna, sum tá var sovnað.

Lørgeglan vil einki siga um málið, tí tað verður kannað í løtuni. Sosialurin skilir tó, at maðurin er handtikin og helst eisini longu avhoyrdur.

Neyðtøkan fór fram seint fríggjanáttina ella tíðliga leygarmorgunin.

Kriminaldeildin í Havn segði seg ikki kenna nakað serligt til málið og vísti til deildina í Klaksvík, men har vildu tey ikki úttala seg og vístu til sýslumannin, Hans Djurhuus. Hesin var tó ikki at hitta, tí hann var í Havn á skeiði.

Á døgnrapportini hjá løgregluni í Havn stóð týðiliga viðmerkt, at løgreglan ikki skuldi úttala seg um málið til fjølmiðlarnar.

Annars var vikuskiftið merkt av nógvum ávirkaðum bilførarum. Einir sjey vóru tiknir fyri at koyra við kenning, umframt okkurt ferðsluóhapp, har bilførari ikki helt víkiskylduna.

Fríggjanáttina varð ein maður sligin niður. Hesin endaði á skaðastovuni, meðan tann, sum sló, endaði á politistøðini.

Á miðdegi sunnudagin vóru tveir mans tiknir upp fyri at sova úti, annar á Vaglinum, hin í einum bussskýli í Hoyvík. Teir vórðu báðir koyrdir til hús av løgregluni.

Fríggjadagin varð sløkkiliðið boðsent, tá ein maður hevði kynt bál. Hetta hevði so fest í deyðagras og spjeitt seg meiri enn maðurin hevði roknað við. Maðurin fær nú eina bót fyri at kynda bál uttan loyvi.