Kvinna leyp útav við fimm ára gomlum soni

Ein 24 ára gomul kvinna beindi í gjár fyri sær og fimm ára gamla soninum við at leypa út av klettinum Haytor í Devon. Ferðafólk sóu hana taka barnið á bakið og leypa teir um 30 metrarnar niður.

Løgregla og bjargingarfólkl komu skjótt á staðið, men tann 24 ára gamla Katharine Hooper og fimm ára gamli sonur hennara doyðu stutt eftir.

Seinni varð tvey ára gamli sonurin funnin deyður heima. Løgreglan metir, at mamman eisini hevði dripið hann, men enn er ógreitt hvussu.

Vinfólk vita at siga, at Katharine Hooper og maðurin høvdu sínámillum trupulleikar, skrivar Daily Mail sambært danska TV2.

Fyrra myndin: Katharine Hooper og yngri sonurin, tann tvey ára gamli Samuel, sum varð funnin deyður í heiminum

(myndir: Mirror)