Kvinna forsætisráðharri í Avstralia

Fyri fyrstu ferð er ein kvinna vorðin forsætisráðharri í Avstralia. Tað hendi í morgun, tá Julia Gillard tók við stjórnarleiðarastarvinum eftir Kevin Rudd, sum tók seg aftur orsakað av innanhýsis stríði í arbeiðaraflokkinum.

Kevin Rudd valdi at leggja frá sær, áðrenn hansara politiska lagna kom til atkvøðugreiðslu, tí hann visti, hvat úrslitið bleiv, skrivar Reuters.

Avstralski arbeiðaraflokkurin hevur mist nógvar veljarar ta seinastu tíðina, og nógv bendir á, at flokkurin kann tapa valið, sum verður í heyst.

Avstralia er annað landið, sum hevur fingið sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra í hesi vikuni. Í gjár var tað Finnland.