Orsakað av ov lítlari undirtøku fyri 8. mars ráðstevnuni, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. mars, hevur Kvinna gjørt av at avlýsa tiltakið. Fíggjarkreppan kann vera orsøkin til lítlu undirtøkuna, sigur blaðstjórin á Kvinnu
Freistin at keypa atgongumerki til 8. mars ráðstevnuna var í dag. Men tey á Kvinnu kunnu staðfesta, at undirtøka ikki er nóg stór, og tí hava vit valt at avlýsa ráðstevnuna.
- Tað eru stór sannlíkindi fyri, at orsøkin til at undirtøkan er ov lítil, skyldast fíggjarkreppuna, sigur blaðstjórin á Kvinnu, Annleyg Lamhauge.
Tey, sum hava keypt atgongumerki í Telebúðunum, fáa atgongumerkið endurgoldið. Tey atgongumerki, sum eru keypt á kvinna.fo, eru ikki trekt av kontoini, og hesi verða ikki trekt av.
8. mars tiltakið sunnudagin verður sum lýst. Eingin broyting er tó við 8. mars tiltakinum hjá Kvinnufelagnum í Havn og Kvinnufelagasamskipan Føroya, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 8. mars, frá kl. 14:00 ? 18:00. Atgongumerkið til hetta tiltakið kostar 200 krónur og kann keypast við dyrnar.
Skráin fyri sunnudagin 8. mars er henda:
Lisbeth Nebelong heldur fyrilestur um: Sund økonomi ? sådan
Elin Winther Poulsen, journalistur, fer í dýbdina við einum kvinnuligum stjóra
Kvinnukórið Cantabile, undir leiðslu av Unn Patursson, fer at framføra nakrar sangir
Studentaskúlanæmingar framføra eina variatión yvir sjónleikin Eitt Dukkuheim hjá Henrik Ibsen
Katrin Petersen, journalistur, kemur við herligum hugleiðingum um íbornu kynsrollurnar
Ása og Annika Andreasen, damurnar handan Synergi, siga sína hjartans meining um eitt evnið, sum ikki verður avdúkað enn
Kvinna fer at kjósa 8. mars kvinnuna
Í morgin verður kunning á kvinna.fo um, nær og hvar 8. mars kvinnan verður kosin.