Kvikk er longdur og umbygdur fyri 7 miljónir krónur

- Manningarumstøðurnar eru nú nógv betri og meira tíðarhóskandi, sigur reiðarin, Tórleif Sigurðsson, sum væntar, at skipið fer fyrsta túrin eftir umbyggingina longu í morgin

Nútímansgerð

Línuskipið Kvikk hjá Sp/f Kvikk í Klaksvík kom leygardagin aftur úr Hirtshals, har skipið er longt við 6,60 metrum. Kvikk er nú 35 metrar langur og er á stødd við hini línuskipini, sum frammanundan leingjanini vóru nakað størri.
Men Kvikk er ikki bara longdur. Skipið, sum nú liggur við bryggju í Klaksvík og sær út sum nýtt, er eisini umbygt. Tað er serliga apeteringin og arbeiðsumstøðurnar annars, sum eru betraðar munandi.

Trivnaður umborð
- Vit fóru ikki undir hesa leingjan og umbygging, tí lastin var ov lítil. Kvikk lastaði 85 tons, sum undir vanligum umstøðum var nóg mikið.
Reiðarin, Tórleif Sigurðsson, sigur, at tað í fyrsta lagi eru manningarviðurskiftini, sum dentur hevur verið lagdur á at bøta um.
- Kvikk hevur bara havt 14 koyggjur, og nú eru tvey eitt-manskømur bygd aftrat. Manningin hevur fingið uppihaldsrúm, eins og umstøðurnar til goymslu og umklæðing eru nógv betri.
Tórleif sigur, at skipið eisini hevur fingið bakka, sum Kvikk ikki hevði áður.
- Dragilúkan er flutt longur aftur og er nú meira miðskips. Har frammi í bakborðssíðu er rúm bygt til proviant, og í stýriborðsíðu er rúm til reiðskap og annað. Manningin hevur fingið eitt deiligt uppihaldsrúm, sum skipið ikki hevði áður.
Reiðarin sigur, at átta mans búgva har frammi í skipinum, har gallan og messan eisini eru. Innanfyri uppihaldsrúmið er eitt rúm bygt til arbeiðsklæðini hjá manningini.
- Manningarrúmini har frammi eru sett í stand, og ein gongd er bygd í bakborðssíðu frá apeteringini har frammi og aftur í stýrhúsið.
Reiðarin sigur, at øll dúrkini, bæði í erva og í neðra í apeteringini, eru skift, og nýggjur belegningur er lagdur á.

Broytt arbeiðsdekk
- Alt arbeiðsdekkið er broytt. Skipið hevur fingið nýtt frystirúm til agnið, og kokkurin hevur fingið nýtt og egið frystirúm í erva til proviantin. Allir stokkar og splittarar til egningarmaskinuna eru skiftir, og tað eru báðir ljósmotorarnir umborð á Kvikki eisini.
Tórleif Sigurðsson sigur, at gamli stabiliseringstangin, sum stóð aftari í skipinum, var ikki góður. Hesin er tikin burtur, og ein nýggjur tangi er bygdur frammanfyri lastalúkuna, sum vísir seg at rigga væl.

7 mió krónur
- Samanlagt hevur leingjanin og umbyggingin av Kvikki kostað einar 7 mió krónur, og vit halda okkum hava fingið nógv fyri peningin, sigur reiðarin.
Kvikk er fyrrverandi Saturn III. Skipið er bygt í Strandby í Danmark í 1987.
Sp/f Kvikk í Klaksvík yvirtók skipið 1. januar 2004.