Kvart árhundrað í sama starvi

Nærverkið og kanska serliga Heimatænastan er eitt strævið, men gott arbeiðspláss. Innan fyri fáar mánaðir hava fimm starvsfólk hildið 25 ára starvsdag Tað hoyrist javnan um trot á arbeiðsmegi í heimatænastuni, men tað kann neyvan verða tí, at starvsfólkið flýggjar frá tænastuni. Í hvussu er kundi stovnurin herfyri hátíðarhalda, at trý starvsfólk høvdu 25 ára starvsdag.

Talan er um tær tríggjar heilsuhjálpirnar Selmu Viðstein, Nancy Splidt og Jensiu Jacobsen. Tær starvast allar í Heimatænastuni á Skálatrøð í Tórshavn.

Stovnurin og tænastan hava verið gjøgnum eina ógvusliga broyting og stóra menning frá tí hann byrjaði einaferð í 70-árunum. So umframt tey skeiðini, sum fyriskipað vórðu í 80-unum, hava allar tríggjar verið til endurútbúgving á Heilsuskúlanum í Suðri.

Jensia Jacobsen hevur í veruleikanum starvast nógv longri enn 25 ár í Heimatænastuni, men hevur ikki rættiliga gjørt vart við hetta. Tí varð hon tikin við í hátíðarhaldið hesaferð. Hon starvast nú sum kvøldvakt aðruhvørja viku. Tann vaktin byrjar klokkan 15.30 og varðar fram til 23.30.

Selma Viðstein hevur vanligu dagvaktina, sum byrjar klokkan 8 á morgni og endar klokkan 15. Nancy Splidt situr nú í móttøkuni á Heimatænastuni á Skálatrøð.