Í gjár varð skipað fyri kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum fyri næmingum í miðdeild fólkaskúlans. Endamálið var at stuðla undir kvæðaundirvísingina í skúlunum og at geva næmingum jaligar kvæðaupplivingar.
Á skránni var dansur, søgurnar í kvæðunum og sagt var frá ólavi Riddararós og Sinklars vísu.
Næmingar høvdu vant til dansistevnuna, og sýndu dygdir sínar fyri dómarum í KvæðaTalent, har vinningurin var bowling fyri allan flokkin.
Tey blivu millum annað dømd eftir dansilag og kvæðaevni. Næmingarnir í 6. flokki í Vágs skúla vístu seg frá síni bestu síðu og fóru avstað við vinninginum.
Hetta sæst á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, www.skulabladid.fo, og har sæst eisini meira at lesa um tiltakið.
##med2##
##med3##
##med4##