Kvívíkingurin hevði leingi tak á

Men á málinum var fjarstøðan aftur til Argjabátin so lítil, sum tað ber henni til at vera

8?MANNAFØR

Kvívíkingar og argjamenn eru teir einastu, sum kappast um fremsta plássið og harvið sigrarnar. Higartil hevur tað verið sera javnt. Argjabáturin varnn í Klaksvík, Kvívíkingurin vann í Runavík, og aftur í Sundalagnum var Kvívíkingurin fremstur. Men munurin aftur til Argjabátin var næstan so lítil, sum tað ber honum til at vera. Argjabáturin var bara 2/25 av einum sekundi aftanfyri Kvívíkingin. Tað ber næstan ikki til at vera meiri spennandi, enn tað var.
Kvívíkingurin legði sera bragdliga fyri. Hann stakk seg beinanvegin eitt sindur framum Argjabátin, sum tóktist missa eitt vet í fyrstu tøkunum. Men tað var skjótt, at munurin minkaði niður í lítið og einki. Á túsund metra málinum var Kvívíkingurin kanska eina hálva bátslongd frammanfyri Argjabátin, men so svaraði Argjabáturin aftur, onkra løtuna minkaði munurin niður í ein skut, so øktist aftur, men alla tíðina tóktist tað sum um tað var Kvívíkingurin, sum so at siga hevði tak á kappingini.
Í endaspurtinum gjørdi Argjabáturin ein orduligan vørr, men tað eydnaðist teimum akkurát ikki at taka Kvívíkingin. Men kappingin í Hósvík leggur upp til ein spennandi róður í Vági.
Tað er synd at siga, at talan er um breiða kapping millum 8?mannaførini. Knørrur royndi fyrstu løtuna at fylgja við, men tað var skjótt, at hann dragnaði, og á málinum var munurin fram til Argjabátin út ímóti tveimum bátslongdum.
Húsavíkingurin blandaði seg ongantíð uppí, og Ørvur, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, var aftastur. Tann báturin er ikki mannaður fyrrenn fyri stuttum.
Í dag fær Havnar Róðrarfelag ein nýggjan Ørv. Tað er Sámal Hansen, sum hevur smíðað. Tað verður kortini ikki við nýggja, men við gamla Ørvi, at Havnar Róðrarfelag fer á jóansøku. Nú skal nýggi báturin smyrjast, pussast, snákast og annars gerast til. Kanska verður hann klárur til vestanstevnuna, og hann verður í hvussu so er við í kappróðrinum á ólavsøku.
At gamli Ørvur var við í Hósvík og aftur verður við í Vági er fyri at tryggja nýggja bátinum rættin at taka lut í ólavsøkuróðrinum.
Gamla Kvívíkingin ella Kvívíksbátin, sum hann nú verður nevndur, og Nevið Reyða, sum teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ mannaðu næstsíðsta vikuskifti, sást einki til í Hósvík.