Fýra av teimum fimm bygdunum í Kvívíkar kommunu hava nú reinsað vatn Nýggja vatnreinsiverkið í Kvívík er nú sett til, og við hesum fáa kvívíkingar filtrerað og uv- strálureinsað drekkivatn. Tað merkir samstundis, at nú fáa fólk á Válinum, í Kvívík, á Stykkinum og á Skælingi reinsað vatn.
Nýggja reinsiverkið kostar umleið 1,3 mió. krónur.
Bygdaráðið hevur samtykt at byggja vatnreinsiverk í Leynum, fyrireikingarnar eru byrjaðar, og bygdaráðið væntar, at reinsiverkið í Leynum verður klárt at taka nýtslu næsta summar.