Tað er kanska í so nógv at siga, at gongustjørnan Mars er nær Jørðini, men í kvøld verður hon 55,7 milliónir kilometrar frá okkara gongustjørnu, og so nær hevur hon ikki verið Jørðini í næstan 60.000 ár.
Hóast teinurin er so langur, er lætt at fáa eygað á Mars í kvøld, men treytin er sjálvandi, at tað er klárt í veðrinum. Mars kemur upp í ein landssynning umleið klokkan átta í kvøld, og um eitt-tíðina í nátt verður hon umleið tjúgu stig oman fyri sjónarringin. Síðani ber til at fylgja henni alla náttina.
Tað er ymiskt, hvussu langt er millum Jørðina og Mars. Eitt nú hava vísindafólk roknað út, at í 2012 verður teinurin tvær ferðir so langur sum í kvøld. Og vit kunnu gott siga, at teinurin í kvøld er metstuttur, tí sambært vísindafólkunum hevur Mars ikki verið so nær Jørðini seinastu 59.619 árini. So tey, sum vilja fáa eina "nærmynd" av Mars, eiga at nýta hetta høvið í kvøld.