Kvæðarockur í New York í kvøld

Í kvøld fer føroyski rockbólkurin Týr undir drúgva konsertferð í Norðuramerika. Fyrsta konsertin verður á spælistaði í Brooklyn í New York í kvøld. Har fer Týr at spæla sín sermerkta rocktónleik, sum eisini umfatar tungmálmsútgávur av føroyskum vísum og kvæðum.

Síðani gongur leiðin norður um markið til Kanada, har Týr hevur tríggjar konsertir í fyrsta umfari – teir spæla eisini seinni á ferðini í Kanada.

Leiðin gongur eisini til býir sum San Diego, Dallas, Los Angeles, Dallas og Seattle.

Samanlagt hevur Týr 20 konsertir á ferðini, sum varðar allan mai mánað.