Tað gekk hampuliga tungt hjá enska Liverpool, tá teir í gjárkvøldið settu hol á sína Champions League kapping. Á heimavølli móti Debrecen stóð leingi á jøvnum, men beint undan steðginum fekk hollendski Dirk Kuyt skotið tað, sum vísti seg at gerast avgerandi. Eisini hin dysturin í bólki E endaði við teprum heimasgri, tá Lyon á heimavølli vann 1-0 móti italska Fiorentina.