Kuupik best umtóktur

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, er betur umtóktur enn hini í landsstýrinum, og fólk í øllum flokkum halda nógv av honum.

Í einari kanning hjá blaðnum Sermitsiaq eru fólk biðin um at geva landsstýrisfólkunum karakter millum 1 og 5, og her liggur Kuupik Kleist klárt á odda við karakterinum 3,49. Sambært grønlendsku fjølmiðlunum er tað merkisvert, at veljarar í hinum flokkunum halda nógv av Kuupik Kleist. Eitt nú halda veljararnir hjá Demokratunum meiri av landsstýrisformanninum enn teirra egna floksformanni, Jens B. Frederiksen.

Tvær av kvinnunum í landsstýrinum fáa teir næstbestu karakterirnar. Tað eru Agathe Fontain, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Maliina Abelsen, sum umsitur búskaparmálini.