- Tað ber væl til at spara minst 50% av Sev rokningini burtur.
Tað staðfestir Karl A. Olsen Borgarstjóri í Vestmanna.
Streymurin er nú blivin so dýrur, at hann er ein kleppur um hálsin á húskjum, kommunum, fyritøkum og virkjum, sum brúka nógvan streym.
Tí liggur stórt trýst á Sev um at byggja varandi orkukeldur út fyri at sleppa undan oljuni, sum nú er so dýr, at hon er við at forkoma Sev.
Men borgarstjórin í Vestmanna heldur, at ein góður máti at hjálpa Sev, er við at seta sparingar í verk ístaðin fyri at krevja fleiri útbyggingar.
Heldur enn at byggja út í stórum stíli, ber tað ístaðin til at spara streym.
- Tað hevði lætt munandi um trýstið á Sev um at byggja út fyri at sleppa undan oljuni og fyri at nøkta ein alsamt veksandi tørv.
Niður í helvt
Og hann staðfestir, at kommunurnar brúka eini 10% av streyminum, sum Sev ger.
- Nógv tað mesta av oljunýtsluni fer til ljós av ymsum slagi.
Hann hugsar um gøtuljós, ljós á havnarløgum og ljós í kommunalum bygningum.
- Við lutfalsligum smáum íløgum ber til at spara minst helvtina av streymnýtsluni burtur, so at parturin hjá kommununum av framleiðsluni hjá Sev minkar niður í 5%.
Karl A. Olsen sigur, at hetta kann gerast við nýggjari tøkni og við nýggjum perum og øðrum tiltøkum, leggur hann afturat.
- Vit brúka alt ov nógva orku, tí vit hava gamla tøkni. Tað kann verða dýrt at leggja um til nýggja tøkni, men tað er ein íløga, sum sparir seg inn aftur upp á rættiliga stutta tíð.
- Í summum førum er sparingin so stór, at tað t ekur bara mánaðir at spara íløguna inn aftur, heldur enn nøkur ár, leggur hann afturat.
50.000 krónur
Vestmanna Kommuna er eitt gott dømi um, hvussu nógvan streym tað ber til at spara við at leggja um til nýggja tøkni og við øðrum íløgum.
Í Vestmanna hava tey gjørt nógv burtur úr at gera skúlan til ein grønan skúla og ein stórur partur av tí arbeiðnum hevur verið at seta tiltøk í verk fyri at spara streym.
Ì hesum sambandi hava tey skift ljósini í skúlanum og á økinum rundan um skúlan og sett orkusparandi perur í.
Samstundis hava tey sett klokku á luftskifti, so at motorararnir ikki ganga alla tíðina.
Úrslitið av øllum hesum tiltøkum er, at bara skúlin í Vestmanna sparir góðar 50.000 krónur um árið í streymi.
Les eisini greinina: Kommunur skulu hjálpa fólki at spara










