Kurt Westergaard umhugsar føroyska útlegd

Muhammedteknarin umhugsar at fara í útlegd í Føroyum, skriva donsk bløð. Muhammedteknarin, Kurt Westergaard umhugsar at koma til Føroya í útlegd.

Tað hevði sjálvandi avdramatisera alla støðuna um trygdina, sigur Kurt Westergaard seinnapartin, tá hann á einum altjóða tíðindafundi legði fram ævisøgu sína, »Manden bag stregen«.

Kurt Westergaard var høvuðsorsøkin til mikið rok í muhammedansku londunum móti Danmark við tekning síni av profetinum Muhammed sum terroristi.

Líka síðani hevur lív hansara verið í váða, og eftir at hann nýggjársdag var úti fyri morðroynd í egna heimi sínum av einum muslimskum manni, hevur PET vart hann døgnið runt.

Kurt Westergaard sigur, at hann millum mong onnur tilboð eisini hevur fingið eitt úr Føroyum um at koma her at búgva og arbeiða.

Tað er nakað, eg væl kundi hugsa mær, sigur Kurt Westergaard við Ekstra Bladet.