Kurt Mørkøre hevði úttikið seg sjálvan til hópin hjá B36, sum sunnudagin spældi móti EB/Streymi. Tað framgongur á dómaraseðilinum frá dystinum. Hann kom tó ikki á vøllin, men var ein av teimum fimm innskiftarunum, B36 hevði.
Hetta er fyrsta árið hjá Kurt Mørkøre, har hann er venjari burtur av. Í Noreg hevur Kurt spælt sum leikandi venjari, og tað gjørdi hann eisini, tá hann var í KÍ 2002.
Kurt hevur annars boðað frá, at hann ikki ætlar sær á vøllin í ár, men eftir øllum at døma sær freistingin út til at verða ov stór fyri gamla málrevin.