Kurdar aftur á ting

Fyri fyrstu ferð í 13 ár hevur kurdiski flokkurin í Turkalandi, Demokratiski Samfelagsflokkurin, fingið umboð í turkiska tjóðartingið. Á valinum í gjár fekk flokkurin 24 av teimum 550 sessunum í tinginum, sigur CNN. Kurdarnir hava ikki havt umboð í tinginum síðani 1994, tá ein turkiskur dómstólur kom til ta niðurstøðu, at táverandi kurdiski flokkurin, Kurdiski Demokratiflokkurin, var ólógligur. Av tí at ein flokkur skal hava minst 10 prosent av atkvøðunum fyri at fáa umboð á ting, stillaðu tey kurdisku valevnini upp uttanflokka, men tey fara ætlandi nú at samskipa seg.