Kunnu vinna stórverk um Liverpool FC á FM1 seinnapartin

Seinasta Liverpool Føroyar sendingin verður á FM1 klokkan 16.05 seinnapartin, og har eru fimm eintøk av einari serligari bók at vinna

Ein føst serlig sending á FM1 er Liverpool Føroyar sendingin, ið er týsdagar millum klokkan 16.10 og 16.55.

Í dag er ein serstakur dagur, har nevndin í Liverpool Føroyar vitjar og eru teir í gávuhýri.

Í dag sleppa fimm Liverpool-fjepparar at vinna væl umtóktu norsku bókina: "Verdens Beste Liverpool", ið er um serliga árið frá tí Liverpool vann Champions League í 2019 og bleiv enskur meistari í 2020. 

Bókin snýr seg um spælararnir, venjaran Klopp og fjeppararnar hjá Liverpool FC. Bókin er eisini ein góð jólagáva at geva einum Liverpool-fjeppara.

Í bókini verður sligið fast, at felagið hevur annað at týða fyri mong fólk enn bara fótbóltur.

Verturin hjá FM1, Petur Zachariassen fer klokkan 16.05 at boða frá hvussu fólk skulu bera seg at fyri at vinna bókina: "Verdens Beste Liverpool".

Eisini verða 15 Liverpool t-skjúrtur burturlutaðar ókeypis. Her verður møguleiki at ringja inn og ogna sær eina. Tær eru í stødd S-M-L.

Bókin er á norskum bókmáli, ið allir vanligir føroyingar klára at lesa uttan trupuleikar.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Sendingin Liverpool Føroyar er send í samstarvi við Liverpool.fo og Valdemar Lützen Byggibúð og Lásatænastu.