Tann, sum dugir mest at skriva um, hvussu tað er at vera føroyingur nú á døgum, kann vinna 50.00 krónur.
Teir fýra bókahandlarnir í Føroyum, H.N.Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn bjóða nú føroyingum at vera við í einari kapping um at skriva eina nýggja skaldsøgu
Talan skal vera um eina skaldsøgu sum ikki hevur verið givin út og síðsta freist at lata skaldsøguna inn er 1. september.
Tann, sum skrivar tað bestu søguna, vinnur 50.000 krónur, og so verður hann kunngjørdur á bokadegnum 21. november Men dómararnir kunnu eisini koma til ta niðurstøðu, at ein skal fáa vinningin, siga fyrireikararnir.
|