Kunnu vænta nýggj fiskasløg í Føroyum

Veðurlagsbroytingar gera, at livilíkindini hjá fleiri fiskasløgum batna um okkara leiðir

Orsakað av veðurlagsbroytingum økist hitin í sjónum rundan um Føroyar, og hetta skapar grundarlag fyri einari tilgongd frá øðrum fiskasløgum, sum eru vanlig sunnanfyri. Meðan økti hitin hóttir toskastovnin, er tað sannlíkt, at vit koma at síggja nøkur heilt nýggj fiskasløg um okkara leiðir í framtíðini.

 

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur gjørt fleiri frágreiðingar um føroyska fiskastovnin seinastu árini.

 

- At sjógvurin í Føroyum verður heitari ger, at fiskasløg, ið liva í køldum sjógvi hava hug at flýggja longur norður eftir. Samstundis gevur hitin møguleika hjá fiskasløgum í heitum sjógvi at útvíðka sítt øki og flyta seg longur norður eftir móti Føroyum, sigur hann við Sosialin.

 

 

Hávar og øðrvísi fiskasløg

 

Hendan tendensin sær mann longu nú, tí fleiri fiskasløg, sum fyrr vóru ókend fyri føroyingar, eru nú blivin vanligari her. Fiskiskipini undir Føroyum uppliva alt oftari fisk, sum tey ongantíð ella sjáldan hava sæð áður. Glýsifiskur og yellowfin tunfiskur eru tvey dømi, og eitt høgguslokkaslag er eisini blivið meira vanligt inni á landgrunninum.

 

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Tjóðsavninum, vísir á, at vit kunnu vænta, at havdjór, sum liva í einum temperaturi, sum ikki spennir seg so víða, kunnu flyta seg nærri okkara leiðir.

 

- Tað mest natúrliga er, at havið um okkara leiðir verður heitari. Effektin av tí er millum annað, at fleiri fiskar, hávar og ávís springarasløg nokk koma hendan vegin, tí livilíkindini batna her. Hjá øðrum sløgum kann munurin vera minni, og tey kunnu vera skjót at tillaga seg til hitamunin, sigur Bjarni Mikkelsen í seinasta Vikuskiftis Sosiali.