Lógaruppskotið hevur til endamáls at heimila kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í oktober 2024.
Landsstýrið ætlar eisini at leggja fram uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti – og tað snýr seg um skatt av húsaleigu.
Í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans stendur soleiðis:
– Skattur av húsaleigu skal allur fara til ta kommununa, har húsið er staðsett. Eisini er ætlanin at gera eina bruttoskattaskipan til stutttíðarleigu. Hetta fer at gera tað lættari hjá fólki at leiga síni summarhús út og gera inntøkuna upp í skatti. Inntøkurnar skulu allar skattast í kommununi, har húsið er staðsett.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst.