Sølubásar og tiltøk fyri bæði børn og vaksin eru fastur partur av ólavsøkuni, og neyvan verður talan um nakað undantak í ár.
Fyri at hava tiltøk ella skipa fyri sølu á ólavsøku krevst serligt loyvi frá Tórshavnar Kommunu, og nú er stundin komin at søkja.
Á heimasíðuni skrivar Tórshavnar Kommuna, at freistin at søkja er úti 1. juni.










