- Í Føroyum ber til at skurðviðgera sjúklingar í garaguni og hava viðrakning í hjallinum.
Tað staðfestir Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Nú ein stórur arbeiðsbólkur er settur at leggja eina menningarætlan fyri føroyska heilsuverkið, ger Læknafelagið enn einaferð vart við seg, og í tí sambandi hevur eisini yvirlæknin í Klaksvík nakrar metingar um føroyska heilsuverkið.
Jákup Petersen vísir á, at tað er onki eftirlit, og ongin heilsufrøðiligur mynduleiki, sum skal góðkenna nakað sum helst í sjúkrahúsverkinum í Føroyum.
- Tað ber soleiðis til, at leggja sjúklingar undir skurð í garasjuni, og at leggja teir oman á grindatunnurnar í hjallinum at vakna eftir eina skurðviðgerð - og at reypa av, hvussu góð ventilatiónin er, serliga tá hann er høgur í ættini, sigur hann, rættiliga bersøgin, sum hann plagdi.
- Ongin leggur í, skoytir hann upp í
- Hetta hevði sjálvandi ikki gingið, var talan um eitt flakavirki, ein matvøruhandlil, ella eina frystigoymsla. Har eru strong krøv fyri at verja brúkaran, men á sjúkrahúsunum eru ongi krøv.
- Sostatt er sjúklingatrygd í Føroyum ikki til, og spurningurin er, um vit, sum læknar, kunnu liva við hesum. Svarið er sjálvandi nei, sigur hann.
- Vit mugu ongantíð ov skjótt fáa politikarar at seta í verk eitt óheft eftirlit og góðkenning av øllum verkinum, eisini av sjálvum bygningunum, innrætting, deildum, installatiónum o.s.fr.
- Sjálvandi hava vit sum læknar áhuga í hesum, og sjálvandi unna vit sjúklingunum henda tryggleika. Tað kann vera, at tað verður verri hjá politikarum at vinna atkvøður við at spjaða funktiónir út á øll sjúkrahúsini. Men tað kunnu vit sum læknar saktans liva við, sigur Jákup Petersen.
Annars staðfestir hann, at í framkomnum londum gongdin tann, at kanningar og viðgerðir verða miðsavnaðar.
- Í Føroyum verður farið øvugta vegin. Tað verður kallað, og vit vita væl, at sæð frá einum læknafrøðiligum sjónarmiði, hevði tað ofta verið betri, at funktiónin lá í eini størri sjúkrahúdeild uttanlands.
- Hinvegin fær sjúkrahúsdeildin hækkað játtanina um heimtøka fer fram, so her gongur væl ofta peningur framum sjúklingin.
Gongdin í Føroyum er ein orsøk til, at tað er næstan ómøguligt at fáa serlæknar at støðast í Føroyum, sigur hann.
Hann heldur, at tað er neyðugt at fáa ein óheftan, heilsufrøðiligur mynduleika, sum hevur eftirlit við, og mynduleika til, at góðkenna, ella mæla frá, teimum kanningum og viðgerðum, sum í føroyska sjúkrahúsverkinum, og kann koma við einum tilmæli um, hvussu vit innrætta okkum, havandi dygd og trygd hjá sjúklinginum sum fyrstu raðfesting.
- Men tað hava vit ikki í Føroyum. Vit kundu heitt á Sosialstyrelsen í Svøríki, Helsedirektoratet í Noregi ella Sundhedsstyrelsen í Danmark. Men tað er ikki politiskur vilji til tað, tí so missa politikarar stóra møguleikan, teir higartil hava havt at (mis)brúka verkið við persónligum politiskum endamáli í huga, sigur Jákup Petersen.
- Ofta ógvast útlendskir serlæknar, tá teir síggja óskilið, og harafturat verða settir til at taka sær av uppgávum, sum fella langt uttanfyri teirra sergreinar, og hetta fær teir ofta til at stinga í sekkin.
Hann sigur, at høvdu vit ein slíkan myndugleika, hevði tað verið minni at klandrast um, enn tá tað eru karismatiskir yvirlæknar, sum hava sannført politikarin um eitt ella annað.
- Eg havi spurt Sundhedsstyrelsen, um tey kunnu taka sær av hesum og laga tað til føroysk viðurskifti og tað hava tey onki ímóti. Hinvegin vilja tey sjálvandi hava, at tað eru politikarar, sum biðja um tað, men higartil hava heilsumálaráharrar ikki viljað tikið av.