Kunnu koma í eina ræðuliga støðu

Tað er óforsvarligt, heldur nevndin í lærarafelagnum

Tað er óforsvarligt, at lærarar ikki duga fyrstuhjálp.

Tað heldur nevndin í Lærarafelagnum.

Í Skúlablaðnum vísir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum á, at sum støðan er nú, er einki krav um, at starvsfólk í  fólkaskúlanum, lærarar og leiðsla, skulu duga fyrstuhjálp og tað er óforsvarligt, heldur nevndin í Lærarafelagnum.

- Í mínum hugaheimi eiga øll tey, sum eru um børn, at duga fyrstuhjálp, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.

 

- Vit kunnu hugsa okkum nógvar støður, har lærari er einsamallur við nógvum næmingum, eitt nú á eini ferð í haganum ella aðra staðni.

- Dugir lærarin ikki fyrstuhjálp, tá ið tørvur er á tí, kemur hann í eina ræðuliga støðu og sjálvsagt eisini tann, sum er fyri óhappi, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

 

Hann heldur, at tað er løgið, at fyrstahjálp ikki er eitt ófrávíkiligt krav.

- Ert tú í starvi í privatu vinnuni, til dømis á eini bensinstøð, er tað fyrsta tú verður álagdur, er at fara á skeið í eldsløkking og fyrstuhjálp.

Herálvur Jacobsen heldur, at sama krav átti at verðið í fólkaskúlanum.

 

Kortini hava einstakir skúlar, av sínum eintingum, skipað fyri, at lærararnir verða sendir á skeið í fyrstuhjálp, og kommunan hevur so rindað fyri skeiðið.

Men Herálvur Jacobsen heldur ikki, at tað er nóg mikið, at onkur ger tað av sínum eintingum.

 

- Tað átti at verið eitt krav frá Mentamálaráðnum, at lærarar hava skeið í fyrstuhjálp, og tað átti eisini at verið partur av ársverkinum, at lærarar nema sær hetta skeiðið. H

Hugburðurin, at vit skulu hava ta nýggjastu vitanina og verða dagførd, liggur tíverri ikki frammarlaga í fólkaskúlanum, leggur hann afturat.