Hann hevur sagt tað fyrr. Og eftir venjingina á Tórsvølli endurtók Gianlugi Buffon, hvussu týdningarmikið tað er, at italsku spælararnir ikki undirmeta Føroyar.
- Teir spíla seg heilt víst út. Vit koma kanska ongan tíð aftur her, og tí vilja teir leggja alt, sum teir eiga í dystin. Tí mugu vit vera klárir at spæla dystin, helt italski málverjin.
Hóast italska liðið nústaðni kom til landið í hósdagin, so heldur Buffon kortini, at talan er um eitt gott land.
- Her er eitt deiligt land, og fólkini eru blíð. Men vit mugu bara ikki vera alt ov blíðir, tá vit fara á vøllin, helt hann, áðrenn italsku miðlarnir fóru at tráðspyrja um framtíðina í Juventus, og hvørt honum dámar tosið um, at Ranieri nú skal verða nýggjur venjari í felagnum.