Kunnu ikki krevja at fólk skulu hava teldu

Almennir myndugleikar kunnu ikki krevja, at fólk skulu brúka teldu, sigur Løgtingsins umboðsmaður

 Fólk gera sjálvi av, jvussu tey venda sær til almennar myndugleikar

 

Hetta staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Studni herfyri kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul umvegis Mínboks.

 

- Fyri at fáa lestrarstuðul skuldu lesandi, sum byrjaðu nýggja útbúgving, søkja umvegis talgildi samskiftisskipanina, Mínboks.

  

Studni ásannaði beinanvegin, at eingin heimild var fyri at krevja, at tey lesandi skulu søkja lestrarstudning á talgildum umsóknarblaði.

 

Sum heild er ongastaðni í lóggávuni ásett, á hvønn hátt ein borgari kann ella skal venda sær til almennu fyrisitingina, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Tí er útgangsstøðið, at borgarin sjálvur ger av, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina.

 

- Ein myndugleiki kann ikki, uttan serstaka lógarheimild, krevja, at skrivligt samskifti millum borgara og almenna myndugleikan, skal vera talgilt.

 

- Ein myndugleiki kann ikki krevja, at ein borgari skal senda myndugleikanum skrivligt samskifti í talgildum formi, ella krevja, at borgarin skal móttaka brøv o.a. í talgildum formi frá myndugleikanum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

 

Umboðsmaðurin staðfestir, at ongin broyting er gjørd í lestrarstuðulslógini, ella aðrari lóg, sum heimilar Studna at krevja, at tey lesandi skulu samskifta í talgildum formi við Studna.

 

- Heimild var tískil ikki fyri nýggju mannagongdini hjá Studna, har tað sambært kunningartilfarinum varð sagt, at umsóknir um lestrarstuðul einans fóru at verða viðgjørdar umvegis Mínboks.

 

 

- Tað er tó einki, sum forðar fyri, at borgarar sjálvbodnir skráseta seg í tílíka skipan og á henda hátt samtykkja í at samskifta talgilt við ein almennan myndugleika.

 

- Borgarin kann tó til eina og hvørja tíð taka samtykkið aftur og krevja, at myndugleikin sendir skriv í pappírsformi, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.