Kunnu ikki greiða atkvøðu ókeypis við appini í Føroyum

Vit mugu rinda fyri sms ístaðin

Tað er í kvøld, at Carlsens systrarnar Laila Carlsen, Vanja Carlsen og Barbara Chaparro fara á pallin í Gigantium í Aalborg og framføra "Standing up for Love" fyri øllum kongaríkinum. 

 

 

Í Danmark ber til at greiða atkvøðu ókeypis við DR Grand Prix-appini júst á sama hátt, sum til ber at greiða atkvøðu við at senda eitt sms við telefonini. 

 

 

Hóast vit í Føroyum eisini sleppa at atkvøða í kvøld, so kunnu vit ikki brúka ókeypis appina. Í Føroyum mugu vit atkvøða gjøgnum sms skipanina. Orsøkin er, at appin krevur eitt danskt telefonnummar við landakoduni +45, upplýsir Dr.dk.

 

 

Tá atkvøtt verður við sms skipanini skalt tú senda sms á 1212. Tað kostar 1. kr. plus vanligt sms gjald. Tú kanst atkvøða einaferð fyri hvørjum luttakara, og sms-kodurnar eita sang 1, sang 2, sang 3, sang 4, sang 5, sang 6, sang 7, sang 8, sang 9 og sang 10.